Fótbóltssambandið sent til hús

Tað eru bara fýra ár, til Pólland ætlandi skal hýsa EM-endaspælinum í fótbólti, men enn eru øll viðurskifti so langt í frá klár til stóra tiltakið. Nú hevur ein størri muturgøla tikið seg upp í fótbóltssambandinum, og tað hevur fingið stjórnina at reagera. Leiðslan í fótbóltssambandinum er nevnliga send til hús, øll sum hon er. Enn er ikki greitt, um FIFA ella UEFA fara upp í málið. Sambært altjóða reglunum hevur fótbóltssambandið hægsta myndugleika í øllum fótbóltsviðurskiftum, og tí verður tað neyvan tikið væl upp, um stjórnin leggur seg út í fótbóltsviðurskifti.