Í kvøld byrjar Vodafonedeildin í fótbólti, og tey, sum fara til fótbólt, koma nú at gjalda 80 krónur fyri dystirnar. Hetta eru 10 krónur meira enn í fjør.
Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur eftir ynski frá feløgunum tikið avgerð um at hækka hámarksgjaldið fyri dystir í Vodafonedeildini úr 70 krónum upp í 80 krónur.
Annars eru tað feløgini sjálv, ið áseta prísirnar fyri atgongumerki til dystirnar, men vanligt hevur verið, at tey hava brúkt hámarksprísin, sum FSF ásetur.










