Fótbóltspanelið: Upptakt til kappingarið 2018

(Rás2) Gestir eru Leivur Frederiksen og Jákup Ósá, sum eru ósamdir um FM

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað longda fótbóltspanelið sum var í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin í dag. Vertur var Tróndur Arge, og gestir vóru Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, og frásøgumaðurin og studioverturin hjá Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen.

 

Tróndur Arge fekk Jákup og Leivur at meta um styrkina og veikleikarnar hjá teimum 10 liðunum í Betri deildini hjá monnum. Eisini skuldu teir siga hvørja endastøðu teir mettu tey 10 liðini fóra at hava tá kappingin er liðug seinast í oktober.

 

Leivur Frederiksen slepti einari lítlari bumbu, og útnevndi B36 til FM-favoritt. Jákup Ósá hevur NSÍ sum favoritt.

 

Leivur og Jákup tippaðu eisini fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum. Allir fimm dystirnir verða leiktir sunnudagin klokkan 15:

 

Suðringar-NSÍ

EB/Streymur-B36

AB-07 Vestur

HB-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)

Víkingur-Skála (Rás2 sigur frá dystinum)