##med2##
Lars Olsen, landsliðsvenjari, var í dag gestur í Fótbóltspanelinum, sum er fótbóltssending hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17 á FM1. Hann gevst sum landsliðsvenjari við ársenda, eftir átta ár í starvinum.
Í sendingini fortaldi hann um avgerðina at gevast. Hann greiddi eisini frá síni tíð sum spælari, og at hann ikki minnist hvat hann hugsaði, tá hann lyfti EM-steypið í 1992. Hann mintist eisini aftur á dystin í Parkini tann 10. oktober 1990, tá Danmark og Føroyar møttust.
##med3##
Lars Olsen setti eisini orð á tilgongdina til at blíva landsliðsvenjari og hvat hann hugsaði, tá hann stóð í oysandi regni og vindi til fyrstu venjingina í Gundadali.
Hann fortaldi eisini hvussu hann hevur upplivað upptúrarnar og niðurtúrarnar. Hann helt fyri at føroyingar duga væl at fegnast, tá teir vinna. Men hann fanst eisini at onkrum av kritikkinum, sum hann hevur verið fyri.
- Mær dámar væl at tosa um fótbólt og taki gjarna tað prátið eftir ein dyst, men mítt mark er tá fólk fara eftir mínum persóni, og siga at eg ikki leggi nóg nógv í mítt arbeiði, sigur Lars Olsen millum annað í sendingini.
##med4##
Hann var millum annað fyri nógvum kritikki, tá hann segði at flestu av spælarunum hjá Kasakstan spældu í Russlandi. Eisini er hann firtin um, at viðmerkjari í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum kallaði hann fyri lygara, eftir at Føroyar taptu á Malta fyrr í ár.
Hann bleiv eisini spurdur um avgerðina at síggja burtur frá Atla Gregersen eina tíð. Tað kom tað nógvur látur burturúr. At enda í sendingini handaði FM1, In.fo og Sosialurin honum eina takkargávu fyri tey átta árini. Hann fekk eitt ur frá Ravn, sum Nomi Smykkur og Ur hevur latið.
##ms##