Dan Brimsvík, nýggjur høvðusvenjari hjá B36, verður í dag gestur í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17. Eisini verður tosað við Håkan Ericson klokkan 16.30 og ein landsliðsspælara klokkan 16.45.
Eftir sjey ára útlegd verður Dan Brimsvík aftur venjari í B36. B36 og Dan Brimsvík hava gjørt sáttmála um at hann er høvðusvenjari til og við 2023. Hjálparvenjarar verða Símun Joensen og legendariski Róaldur Jakobsen, sum ikki hevur spælt seinastu árini vegna skaða. Tað hevur gingið skjótt at seta nýggjan høvuðsvenjara, eftir at tað týsdagin var greitt, at Jákup á Borg gavst í felagnum eftir fýra ár.
- Eg eri B36’ari, og tí var eingin ivi um, at eitt venjarastarv her var fremsta mál, nú vit flyta aftur til Føroya. Eg havi verið sera spentur upp á nýggju avbjóðingina, og hóast alt hendi heldur brádliga nú, so eri eg til reiðar at átaka mær uppgávuna, sigur Dan Brimsvík í samrøðu við felagið.
Sum partur av langtíðarætlan felagsins hevur B36 fyrr í heyst samráðst við Dan brimsvík, og ætlanin var, at hann í 2021 skuldi vera høvuðsungdómsvenjari, fyri síðani at taka við sum høvuðsvenjari í 2022, boðar felagið frá.
Kemur úr Lyngby
Dan Brimsvík er 33 ára gamal. Hann hevur áður virkað sum høvuðsungdómsvenjari í B36, og í 2012 og 2013 vandi hann annað lið hjá B36, sum fyrst flutti upp og síðani endaði á fjórða plássi í 1. deild. Hann hevur síðani verið í Danmark og nomið sær útbúgving innan ítrótt, umframt at hann hevur virkað sum ungdómsvenjari hjá Hvidovre og Lyngby.
Restina av hesum kappingarárinum verða Símun Joensen og Róaldur Jakobsen hjálparvenjarar. Teir eru báðir væl kendir í felagnum. Hartil hevur felagið gjørt avtalu við danska Frederik Odd Ingerslev, sum verður málmansvenjari hjá okkum.
- Vit eru fegin um, at tað bar til hjá Dan at koma heim til Føroya alt fyri eitt. Og vit eru ikki minni fegin um, at tað soleiðis bar til at framskunda koyriplanin, sum vit annars høvdu lagt, nú Dan skuldi flyta aftur til Føroya, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.
- Vit hava støðugt sum mál at lyfta felagið, og við Dan høvdu vit longu eina avtalu um fulltíðar starvssetan sum høvuðsungdómsvenjara. Hendan ætlanin er nú framskundað, men hon hevur botn í langtíðarmálunum hjá felagnum. Samstundis eru vit eisini fegin um, at Símun Joensen og Róaldur Jakobsen játtaðu at hjálpa til alt fyri eitt, sigur Magni V. Mouritsen