##med2##
Í Fótbóltspanelinum, sum er hvønn fríggjadag á FM1, var upptakt til stóru FM-finaluna í landskappingini hjá monnum, sum verður leygardagin klokkan 15 millum B36 og KÍ.
Fótbóltspanelið hevði vitjan av venjarunum báðum, Jákupi á Borg (B36) og Mikkjali Thomassen (KÍ). Teir tosaðu um alt frá vinlagnum millum teir, at vera í einum FM-stríðið og um føroyskan fótbólt.
##med3##
Serliga Mikkjal Thomassen hevur greiðar meining um føroyskan fótbólt, og hvussu vit kunnu menna fótbóltin. Eisini eru teir báðir samdir um, at tað er óheppið at Fótbóltssambandið hevur meldað út, at nýggi landsliðsvenjarin ikki verður ein føroyingur.
##med4##
Hoyr Fótbóltspanelið, sum varð framskundað til klokkan 10, við at trýsta á pílin unfir myndini. Eisini ber til at endurhoyra Fótbóltspanelið klokkan 16 á FM1. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá FM-finaluni í Gundadali. Aftaná verður partvis Gullradio og ein formansrunda, har Heri Simonsen tosar við formennirnar í feløgunum.