Fótbóltspanelið: Gunnar stendur tí hann hevur royndirnar (FM1)

(FM1) Tróndur Arge hevði André Olsen og Oddbjørn Joensen á vitjan í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag

##med2##

- Lars Olsen velur Gunnar Nielsen at verja føroyska málið, tí hann hevur royndirnar, og hann og Viljormur Davidsen, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson hava spælt saman í nógvar dystir. Hetta halda mennirnir sum mannaðu fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin. 

Omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin, har Oddbjørn Joensen og André Olsen vóru gestir. Vertur var Tróndur Arge. 

Venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava havt seinasta fundin við føroyska liðnum, áðrenn dystin móti Svøríki, og teir hava nú endaliga avgjørt, hvørjir teir fyrstu 11 verða, ið fara á vøllin móti svium.

Gunnar Nielsen verður í mál, og nýggjur maður á høgra bakki fyri Gilla Rólantsson Sørensen verður Hørður Askham. Miðverjar vera Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson, meðan Viljormur Davidsen verður á høgra bakki.

Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Árni Frederiksberg, og í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Andrias Høgnason Eriksen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen, Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Heini Vatnsdal.

FM1 sendir upptakt frá klokkan 17.30. Vertur verður Óli G. Samuelsen, reportari verður Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

(Panelið við Oddbirni Joensen og André Olsen)