Fótbóltspanelið: Eli Hentze er gestur

Tað er ein gestur, sum hevur fingið nýtt starv, sum er í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, er Eli Hentze gestur í dag.

Til ber at hoyra FM1 á netinum við at trýsta HER

Eli Hentze er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, har hann skal hjálpa nýggja landsliðsvenjaranum, svenska Håkan Ericson. Eli Hentze hevur seinnu árini verið ein av fótbóltsmennarunum hjá Fótbóltssambandinum og U21-landsliðsvenjari

Nýggjur U21-landsliðsvenjari er Sámal Erik Hentze. Hann var í fjør venjari hjá Víkingi, har hann eisini vann FM í 2016 og 2017. Sámal Erik Hentze skal nú taka yvir frá Eli Hentze á U21-landsliðnum.

Eli Hentze fylgir eisini væl við í føroyskum fótbólti og tí verður eisini spurt, hvat hann væntar av landskappingini í ár. Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast til 559999.