Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, er gesturin hesa ferð Ólavur Larsen, venjari hjá ÍF.
Fuglfirðingar hava upplivað eitt sindur av hvørjum seinastu tvey árini. Í 2018 fekk liðið bara seks stig, men yvirlivdi tí uppflytari var úr 1.deild. Tær treytirnar eru broyttar, og ÍF hálsaði um til kappingarárið í fjør.
Við tilgongd av eitt nú Uros Stojanov og Filip Djordjevic, bjóðaði ÍF av. Liðið streyk avstað frá botninum og bjóðaði teimum stóru til dans. Hálvan vegin gjøgnum kappingarárið var órógv í hópinum, sum ávirkaði endan av kappingini.
Nú hava brotasjógvarnir lagt seg og Ólavur Larsen stendur einsamallur við høvðusábyrgdini. So hvør er støðan í ÍF og hvat ætla fuglfirðingar sær í komandi kappingarári? Teir spurningarnar fær Ólavur Larsen í Fótbóltspanelinum í dag eftir tíðindini klokkan 16.