Fótbóltspanelið er aftur á skránni hjá Rás2. Í dag verður Fótbóltspanelið klokkan 15, tí Rás2 sendir bátaradio frá klokkan 16.
Í Fótbóltspanelinum í dag verður tosað við Rógva Jacobsen um klasikkaran í føroyskum fótbólti millum HB og KÍ, ið verður í Gundadali sunnudagin. Rógvi Jacobsen hevur spælt við bæði KÍ og HB.
Gestur í Rásarúminum verður Teitur Joensen. Her verður mett um 20 umfar í Effo-deildini, ið verður um vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður longu í kvøld, tá ÍF tekur móti Víkingi. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.
Í samband við Fótbóltspanelið og beinleiðis frásøgnina í dag, verður møguleiki at vinna gávubræv frá Bilrøkt til Meguiar lakkforsegling, sum hevur eitt virðið á 2.200 krónur.
Hvussu eitur heimsins dýrasti fótbóltsspælari, sum í vikuni bleiv seldur frá Juventus til Manchester United. Send sms við rætta svarinum til 559999, so ert tú við í lutakastinum. Drigið verður eftir dystin í kvøld millum ÍF og Víking.
Effo-deildin 20.umfar:
Í dag:
ÍF – Víkingur (18.30) Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
HB – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
Skála – NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
TB – AB (15.00)
B68 – B36 (15.00)