Fótbóltsmentan á Tórsvølli

Áskoðararnir á Tórsvølli hóskvøldið kunnu uttan iva gleða seg til at síggja, hvussu fótbólturin úr einum av fremstu fótbóltsskúlunum í Europa sær út

Fótbóltur

Talan verður uttan iva um eina sera trupla uppgávu, tá GÍ á Tórsvølli tekur ímóti Kroatiska Hajduk Split. Ja, kanska tann truplasta hjá GÍ, síðani teir á sinni spældu heimadyst ímóti skotska stórfelagnum, Glasgow Rangers.

Eingin ársungi
Hajduk Split er nevnliga eingin ársungi í europeiskum høpi. Tá liðið var partur av gamla jugoslavia, vóru teir annar parturin í æviga tvídystinum um jugoslaviska meistaraheitið, og tó at Reyða Stjørna sum oftast var stinnari parturin, so hendi tað seg meira enn so, at proletararnir úr Split fingu knógvað stórfelagnum.
Ikki minst kundi hetta lata seg gera, tí felagið ígjøgnum mong ár hevur uppalt eina framúrskarandi fótbóltsmentan, sum man teljast millum tær fremstu í Europa. Javnan var tað jú soleiðis, at bestu leikararnir meira ella minni vórðu noyddir at skifta til Reyðu Stjørnu, so skuldi Hajduk teljast millum tey stóru, var alneyðugt hjá teimum við einum framhaldandi arbeiða at finna og uppala evnaríkar fótbóltsleikarar.
Úr Gøtu eru boðini eftir fyrra dystin eisini greið, nú teir gera seg til at taka ímóti kroatisku gestunum.
- Eg skal ikki siga, at hatta er besta lið, sum eg havi leikt ímóti, men millum tey sterkastu er tað so avgjørt. Í útidystinum vóru teir omaná í mest sum øllum lutum, so tað er einki at ivast í, at vit hava eina sera trupla uppgávu, heldur Magni Jarnskor, sum avgjørt má teljast millum veteranarnar á GÍ liðnum.

Vónir um javnleik
Hóast hesa sannroynd, so hevur GÍ-liðskiparin á ongan mist vónina um at fáa eitt líkinda úrslit burtur úr dystinum hóskvøldið, og tað vildi heldur líkst gøtumonnunum, um teir soleiðis góvu skarvin yvir undan dystarbyrjan.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit fara á vøllin at gera okkara besta, og vit ætla okkum eisini at fáa eitt gott úrslit. Og fyri okkum merkir eitt gott úrslit í minsta lagi javnleikur, heldur hann.
Og tað er eisini okkurt, sum bendir á, at hóast Hajduk framhaldandi hevur eitt gott lið, so verður talan kanska ikki um heilt so trupla uppgávu hesaferð, sum var tað í Split til fyrra dystin.
Í heimligu kappingini skal Hajduk sunnudagin spæla toppdyst, og tað kann merkja, at onkrir leikarar verða spardir hesaferð, og so fer tað helst eisini at gera mun, at teir nú hava eina 3-0 leiðslu at dúva uppá.
Og tó at talan gjørdist um ein tryggan og uppibornan sigur í fyrra dystinum, so iðrar Magni seg kortini um, at tapið har niðri gjørdist somikið stórt.
- Sjálvandi vóru teir betra liðið, men tvey av teimum trimum málunum hava vit mest sum skuldina fyri sjálvir, so fáa vit rættað okkara mistøk, er kanska ikki so langt á mál.
Um liðið hjá GÍ, sigur Magni, at teir hava allar mans tøkar til dystin.
- Verður sæð burtur frá Henning Jarnskor og Áslaki Petersen, sum báðir eru fluttir niður til Danmarkar, so hava vit allar mans tøkar, og eg rokni eisini við, at byrjunaruppstillingin fer at verða á leið hin sama, sum hon var, tá vit sunnudagin spældu móti HB.
- Tá vit vóru í Split hevði Johan valt at spæla við einum áleypara, men hesa ferð verður helst talan um tveir. Bæði tí arbeiðsumstøðurnar har frammi á vøllinum tá verða munandi betri, og so rokni eg ikki við, at vit verða heilt so nógv trýstir, nú teir hava trý mál at geva av, sigur Magni Jarnskor at enda.