Thomas Thinggaard gevst sum fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum 30. juni. Einasti útlendingurin av teimum fýra settu fótbóltsmennarunum, hevur fingið boðið starv hjá Sønderjyske í Danmark.
- Ja, eg havi fingið eitt tilboð frá Sønderjyske og gevist sum fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum 30. juni, sigur Thomas Thinggaard.
Hann bleiv settur saman við Jógvani Martin Olsen, Øssuri Hansen og Eli Hentze. Danski Thomas Thinggaard hevur eitt nú havt U17 landsliðið undir hond síðani 1. januar 2017. Enn er eitt sindur ógreitt hvussu uppgávubýtið verður gjørt, nú ein av teimum fýra gevst.
- Vit brúka komandi tídina at umhugsa hvussu vit loysa hendan akkutta trupulleikan. Tad eru ymiskir møguleikar, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.










