Fótbóltslið hjá Bødreingjum

Hesa myndina, ið er av einum fótboltsliði hjá Bødreingjunum í Havn, hevur Judith Johannessen á Toftum tikið umleið 1962 í Trappugøtu (millum Tróndargøtu og Bøgøtu).

Aftara rað f.v.: Esmar Andreasen, sum júst hevur havt 35 ára starvsdag á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu, Høgni Mikkelsen, hvørs el-virkið nú ein dagin hevði 60 ára stovningardag, Marius Joensen, sum um hetta mundi, tá myndin er tikin, flutti við familju niðan á Hvítanes. Hann hevur í eini 30 ár búð í Hollandi. Jógvan Hendrik Johannessen, ið seinni bleiv rímiliga kendur frá tónleikalívinum í Havn, hevur búð í eini 30 ár í Danmark.


Fremra rað f.v.: Viggo Christiansen, sum í dag er leiðari fyri vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu, Eirikur Rasmussen, sum á myndini sær út til at vera málmaður, bleiv seinni ein av okkara allarbestu fótboltspælarum og spældi í nógv ár við HB. Hann koyrir í dag við egnum hýruvogni á bilstøðini Auto, Hans Petur Joensen, ella Petur sum hann vanliga verður nevndur, hevur síðani 14-15 ára aldur starvast í handlinum hjá P/F Valdemar Lützen.