Gamla Liverpool legendan, David Fairclough og tann gamla Leeds og Liverpool legendan, Gary McAlister vitja Føroyar í hesum døgum.
Á myndini sæst tá David Fairclough og Gary McAlister vitjaðu Rás2 fríggjamorgun.
Í gjár og í dag hava teir staðið á odda fyri einum fótbóltsskúla í Gundadali, har heili 285 børn hava tikið lut.
Í kvøld verður kortini borið so í bandi, at tey vaksnu fótbóltshugaðu, og tá er ikki bara talan um Liverpool og Leeds fjepparar, kunnu sleppa á eina veitslu við hesum báðum legendunum.
Tað er Róland Joensen, sum skipar fyri veitsluni sum er í B36-húsinum, og sum byrjar klokkan 19 í kvøld. Róland Joensen hevur ferðast nógv í Liverpool, og hevur fingið nógv góð sambond við ymiskar Liverpool legendir.
Atgongumerki fáast við dyrnar.