Fótbóltslegendan Nat Lofthouse deyður

Gamla felag hansara, Bolton Wanderers, sigur, at hann sovnaði burtur á ellisheimi fríggjanáttina.

 

Nat Lofthouse spældi fleiri enn 450 dystir fyri Bolton og skoraði 255 mál fyri felagið í tíðarskeiðinum 1946-1960. Hann spældi eisini 33 dystir á enska landsliðnum, har hann skoraði heili 30 mál.

 

Vegna okkum øll í Bolton Wanderers Football Club vil eg kondolera til familjuna hjá Nat Lofthouse. Vit hugsa um hana í hesum døgum, sigur formaðurin í Bolton, Phil Gartside.

 

Hann var ein verulig Bolton Wanderers legenda. Hann spældi bert í einum felag, og Bolton hevði líka stóran týdning fyri hann, sum hann hevði fyri Bolton. Vit sakna han, men minnast hansara lív, hansara arv og stóru dagar, hann gav Bolton Wanderers, sigur Phil Gartside.

 

Lofthouse var ein av bestu miðáleyparum í sínari tíð, kendur fyri sína styrki og evni at skjóta mál, bæði í luftini á á jørðini.

 

Hann gjørdist kendur sum »Leyvan í Wien« eftir at hava skora vinnandi málið móti Eysturríki, eitt lið, ið øll virdu, í einum 3-2 sigri í Wien við Onglandi.

 

Ein annar dystur, sum stendur ritaður í søgubókunum, er 1958 FA Cup finalan, tá hann skoraði bæði málini í Bolton sigrinum á 2-0 móti Manchester united.

 

Eftir at hava lagt skógvarnar á hillina í 1960 var hann venjari, leiðari, vara venjari og formaður.