Fótbóltslandslið til Hetlands og Orknoyar í 1973

12. juni 1973 fór føroyska fótbóltslandsliðið til Hetlands og Orknoyar at leika. Landsdysturin millum Føroyar og Hetland endaði við einum 5?1 sigri til Hetland. Næsti og seinni dysturin endaði við 4-0 til Hetland.
Í Orknoyum varð finaludystur leiktur millum Føroyar og Orknoyar í North Atlantic Cup-kappingini. Úrslitið varð 2-1 til Orknoyar, sum vunnu steyp til ognar.


Myndin er av liðnum sum leikti seinna dystin í Hetlandi. Aftast f.v.: Niels P. Guðjónsson KÍ, Baldvin Baldvinsson B36, Heri Nolsøe HB, Jens Chr. Mortensen TB, Regin H. Olsen B36, og Dánjal J. Thomsen HB.
Fremra rað f.v.: Hákun Egholm B36, Sigmund Nolsøe TB, Gordon Hofgaard TB, Páll Augustinussen VB, og Dánjal J. Petersen (Áku) ÍF.

Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1973