Fótbóltslandsliðið fær írskan hjálparvenjara

Higartil hevur Brian Kerr havt føroyskar hjálparvenjarar afturat sær á landsliðnum, men nú skal ein útlendingur røkja starvið.

 

Nýggjur hjálparvenjari á føroyska fótbóltslandsliðnum verður 45 ára gamli Johnny McDonnell, sum Brian Kerr fleiri ferðir áður hevur samstarvað við.

 

McDonnell spældi í tveimum førum undir Brian Kerr, tá ið Kerr vandi írska felagið St. Patricks Athletic, og McDonnell var liðformaður á liðnum, sum vann meistaraheitið í 1996. Síðani hava Kerr og McDonnell samstarvað sum ávíkavist venjari og ítróttarstjóri í St. Patricks.

 

McDonnell gavst í januar 2009 sum venjari hjá St. Patricks. Seinastu mánaðirnar hevur hann vant írska liðið Newry City, men hann er just givin í tí starvinum. Og nú skal McDonnell so røkja starvið sum hjálparvenjari á føroyska fótbóltslandsliðnum.