Sambært ?Ranking?-yvirlitinum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA er føroyska landsliðið nummar 131 av 207 fótbóltslandsliðum kring heimin. Talan er um eina betring uppá tvey pláss, og hevur javnleikurin ímóti Norðurírlandi gjørt munin.
Noreg er besta norðurlandið á yvirlitinum. Norðmenn eru á einum flottum 12. plássi. Tvey av okkara mótstøðuliðum í EM-undankappingini, Italia og Slovenia eru at finna millum tey 15 bestu landsliðini í heiminum.
Tey fimtan bestu landsliðini eru :
1. Spania
2. Niðurlond
3. Brasil
4. Týskland
5. Argentina
6. Ongland
7. Uruguay
8. Portugal
9. Kroatia
10. Egyptaland
11. Grikkaland
12. Noreg
13. Russland
14. Italia
15. Slovenia
Noreg og Føroyar eru einastu norðurlondini, sum hava flutt seg upp eftir listanum henda seinasta mánaðin. Støðan hjá norðurlondum er hendan :
12. Noreg (+1)
27. Danmark (0)
35. Svøríki (0)
87. Finnland (-1)
110. Ísland (0)
131. FØROYAR (+2)
Taka vit pinkutjóðirnar - lond við minni enn einari miljón íbúgvum - í Europa, so eru vit triðbesta pinkutjóðin í Europa. Støðan hjá europeisku pinkutjóðunum er hendan :
93. Kýpros (-5)
110. Ísland (0)
131. FØROYAR (+2)
133. Luksemborg (+2)
158. Liktinstein (+1)
169. Malta (-1)
202. Andorra (0)
203. San Marino (0)
Støðan í okkara EM-undankappingarbólki er hendan :
14. Italia (+2)
15. Slovenia (0)
25. Serbia (-3)
42. Norðurírland (-1)
74. Estland (0)
131. FØROYAR (+2)
Sum sæst, so eru Føroyar í einum sterkum EM-bólki.