Tað skal ógvuliga nógv venda øðrvísi um eina viku, enn tað ger í dag, um 07 Vestur ikki í 2021 skal vera partur av bestu deildini í fótbólti.
Í hesi løtu rigga Heðin Askham og hansara menn til at fara um aftur Skopunafjørð og so vestur í Vágar. Í viðførinum hava teir trivaligan 5-1 sigur ímóti B71, sum fleiri ferðir síðstu árini hevur spælt 07 Vestur eitt puss.
Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 48 stig. 07 Vestur eigur tveir dystir eftir. Mikukvøldið verður útsetti dysturin á Svangaskarði ímóti B68, og um eina viku verður rundað av fyri í ár, tá ið FC Hoyvík verður gestur á Dungasandi.
Einasta liðið, sum hevur møguleika at hótta 07 Vestur, er B68. Í dag varð dysturin á Svangaskarði ímóti FC Hoyvík útsettur orsakað av veðri. B68 hevur 40 stig og skal umframt ímóti FC Hoyvík kanska longu í morgin og mikukvøldið ímóti 07 Vestur um eina viku spæla á Sandi.
Tølini siga, at 07 Vestur í dag var greitt omaná. 07 Vestur hevði 11 royndir ímóti heimamálinum, og heimaliðið hevði tvær royndir ímóti málinum hjá gestunum.
Í 12. minutti legði Eirikur Jacobsen B71 á odda 1-0. Hetta var fyrsta málið hjá 33 ára gamla Eiriki síðani 30. august í fjør.
Fimm minuttir seinni javnaði 07 Vestur við brotssparki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var aftur brotsspark, sum Predrag Jeremic umsetti til 2-1, átta minuttir seinni økti Zoran Vujovic til 3-1, g fimm minuttir eftir steðgin økti Emil Mikkelsen um munin til 4-1. 30 ára gamli Emil var fyrstu ferð á liðnum í ár fyri einari viku síðani, tá ið 07 Vestur vann 1-0 á heimavølli ímóti AB.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Ragnar Weihe rimmar 07 Vestur sigurin.