Fótbóltslag á Sevmýri

Sagt verður, at sigurin á GÍ hevur gjørt mest sum undurverk við lagið í hópinum, og tí tykjast tvøramenn avgjørt at ætla sær stig, nú Skála kemur á vitjan


Upptakt
 
Tað blásti av álvara lív í botnstríðið, tá TB seinasta sunnudag fyri fyrstu ferð í fýra mánaðir fór av vøllinum við trimum stigum. Og tað tykist eisini av álvara at hava blást lív í vónirnar hjá tvørafólki, at liðið somikið sannførandi var við yvirlutan móti einum av kappingarneytunum í botnstríðnum.
                      - Tað hevur í øllum førum verið nakað væl stuttligari at møta til venjing hesa seinastu vikuna. Stemningurin er vorðin ein heilt annar, og tú sært aftur, at menn gleða seg til venjingar, sigur liðformaðurin hjá TB, Óli Johannesen.
                      Hann heldur, at vónirnar hjá TB avgjørt eru til stig, nú Skála kemur á vitjan, og hvat fólki viðvíkur, tykist liðið vera so væl fyri, sum tað nú einaferð er gjørligt.
                      Dan Mortensen er framvegis bæði skaddur og burturstaddur, og hann verður neyvan tøkur, fyrr enn til teir báðar seinastu dystirnar. Hartil hevur Jón Johannesen enn ein dag eftir av sínum leikbanni, so alt í alt talar tað fyri, at tað verður sama manning hesaferð, sum talan var um móti GÍ.
 
Hópurin tynnist
Hjá Skála hevur tað verið nakað tunnligt í hópinum seinastu tíðina, nú skaðar av álvara hava gjørt um seg. Sum so er støðan ikki so nógv øðrvísi hesaferð, men fyri tað er eingin ivi um, at eisini teir fara eftir trimum stigum.
                      Men tað verður so uttan fleiri av teimum, sum ígjøgnum árið hava verið meira og minni fastir á liðnum. Vlada Filipovic og Arnhold Berg verða ikki við tað, sum eftir er av hesum kappingarárinum, og tað verður Sveinur Justinussen heldur ikki, eftir at hann er skurðviðgjørdur í knænnum. Hartil er Milic Curcic leikbannaður, meðan Bárður Danielsen og Teitur R. Joensen farnir á námsferð, og eru teir tí heldur ikki tøkir í hesum umfarinum.