Fótbóltslívið á Malta byrjar í dag

Høgni Madsen og Pieta Hotspurs FC skulu í dag spæla á útivølli móti Gudja United í næstbestu deildini á Malta.

 

Høgni Madsen, sum hevur gjørt ein sáttmála fyri restina av hesum árinum, skal spæla í miðverjuni hjá Pieta Hotspurs FC í dag. Liðið hjá Høgna stríðist fyri at koma í bestu deildina. Teir hava 11 stig á øðrum plássi, meðan mótstøðuliðið liggur nummar átta við átta stigum.

 

Dysturin verður spældur klokkan 14 í dag. Tað eru yvir tjúgu hitastig á Malta í dag.