Fótbóltslíkindini eru fín

Nú er 12. umfar í Formula deildini á skránni. Tríggjar av uppgerðunum eru á skránni í dag. Orsaka av Intertoto Cup avbjóðingini ímóti svenska Elfsborg seinnapartin fara Skála og HB ikki at spæla fyrrenn mikukvøldið. B36 og ÍF fara at spæla í Gundadali í annaðkvøld.

Í dag sær skráin soleiðis út:

KÍ-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00

B71-NSÍ: Lars Müller kl. 15.00

B68-Víkingur: Dagfinn Olsen kl. 15.00

 

Líkindini at spæla fótbólt eru heilt góð. Tað er mest sum stilli, og sólin hevur hug at kaga fram nógva staðni. Seinnapartin verður sagt frá høgætt, tað verður turt, og høgættin ber við sær, at hitin fer at ligga millum 6 og 10 stig.

 

Støðan undan 12. umfari

EB/Streymur 29 stig

B36 20 stig

HB 19 stig

NSÍ 18 stig

Víkingur 15 stig

KÍ 14 stig

B68 11 stig

ÍF 10 stig

Skála 8 stig

B71 5 stig