Fótbóltskvinnurnar aftur ímóti Eysturríki

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur í sterku kappingini í Portugal ferðast í fremsta fótbóltsumhvørvi, ið hugsast kann. Í dag spæla tær ímóti Eysturríki um 11./12. pláss í kappingini

Longu frammanundan var greitt, at sterka kappingin í Algarve í Portugal var ein ovurhonds stór avbjóðing, tí í hesi kapping eru øll tey fremstu kvinnulandsliðini í heiminum. Og hóast Føroyar komu í veikasta bólkin saman við Portugal, Rumenia og Eysturríki, so vísti tað seg, at hesi lið vóru ivaleysa sterk.
Eisini vóru fyrireikingarnar darvaðar av kava, so dystarvenjingn ikki hevur verið tann stóra, umframt at hini londini um hetta mundið eru mitt í sínum kappingum. Kortini hava føroysku fótbóltskvinnurnar gjørt sítt besta og eru við góðum treysti farnar á vøllin at stríðast við yvirmaktina.
Í dag spæla tær seinasta dystin á Portugal-ferðini, sum er í 11./12. pláss í kappingini, og verður spælt ímóti Eysturríki, sum kvinnurnar vóru í bólki saman við og tí longu hava spælt ímóti eina ferð. Hóast hugburðurin hevur verið góður og viljin tað sama, eru ikki stórvegis vónir um annað enn aftasta pláss í kappingini.

Sterk mótstøða
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum var mikudagin ímóti portugisisku vertunum, sum løgdu hart út beinanvegin. Serliga fyri steðgin var Portugal nógv betri og fekk fýra av teimum fimm málunum, ið góvu 5-0 sigurin. Beinanvegin í seinna hálvleiki økti Portugal, men so tóktist tað, sum føroysku kvinnurnar mentust og enntá komu til onkran málmøguleika, uttan tó at fáa nakað mál burturúr.
Í øðrum dystinum var talan um eina uppgerð við Eysturríki, sum Føroyar traditionelt hava givið stóra mótstøðu. So var eisini, tí bæði Heidi Sevdal og Rannvá Andreasen høvdu næskar royndir, men uttan at fáa mál. Í staðin fekk Eysturríki tvey mál fyri steðgin og eitt aftaná, so talan gjørdist um ein 3-0 sigur. Føroyar vóru ikki so væl við í seinna hálvleiki, men vardu kortini væl.
Síðsti dysturin í bólkaspælinum var mánadagin, tá Føroyar taptu 1-5 fyri Rumenia, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 0-0. Men beinanvegin eftir steðgin fekk Rumenia tvey mál, og løtu seinni eydnaðist Olgu Kristinu Hansen at minka um munin. Í fyrra hálvleiki og langt inn í seinna hálvleik var ikki stórvegis munur á liðunum, men ímóti endanum skrædnaði, so Rumenia fekk trý mál aftrat og vann greitt.
Talan hevur samanumtikið verið um sera sterka mótstøðu, og til samanberingar kann nevnast, at kvinnulandsliðið undan hesi kappingini bara hevur tapt ein av teimum 10 dystunum, tað hevur spælt síðstu tvey árini.