Fótbóltskvinnur til Portugal

Kappingin nevnist Algarve-Cup, og er talan um kapping, har fleiri heilt sterkar fótbóltstjóðir eru við.

Skipanin er soleiðis, at luttakandi londini verða býtt eftir styrki í tríggjar bólkar, og eru føroysku kvinnurnar í bólki C saman við Eysturríki, Portugal og Rumenia.

Eftir bólkaspælið verður so eisini spældur ein plaseringsdystur.

Fyrsti dysturin verður spældur tann 24. februar, og seinasti dysturin verður spældur 3. mars.