Fótbóltskvinnur í Luksemburg

Í gjár fór kvinnulandsliðið í fótbólti til Luksemburg at spæla í minikapping, sum UEFA skipar fyri. Mótstøðuliðini í kappingini hesaferð eru Luksemburg, Lettland og Kasakstan. Hesar minikappingarnar eru fyri lond, sum ikki spældu seg víðari í EM-kappingini fyri kvinnur 2009. - Málið við hesum túrinum er sjálvandi at geva kvinnunum altjóða dystarvenjing, men vit hava eisini sum mál at vinna dystir, kanska kappingina, og harvið fáa stig á FIFA-styrkilistanum, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari. Føroysku kvinnurnar leggja út leygardagin 10. mai móti Kasakstan. Mánadagin 12. mai spæla tær móti Lettlandi, og seinasti dysturin hesaferð verður móti vertunum úr Luksemburg hósdagin 15. mai.