Fótbóltskapping fyri miðnámsskúlar

Kappingin, ið Eik stuðlar, verður í Hoyvíkshøllini og tað er bæði vinningar og heiðursmerkir til 3 tey bestu liðini. Kappingin hevur fingið heiti U! Play 2010.

 

- Vit gleða okkum til kappingina og vóna at miðnámskúlanæmingar kring alt landið fara at taka væl undir við kappingini. sigur Andrass Thomsen, nevndarlimur í Fótbóltsfelagnum Giza.

 

- So er tað nú, at tað skal avgerast, hvør miðnámsflokkur í Føroyum er bestur í fótbólti, leggur hann afturat við einum smíli.

 

Reglar:

4 leikarar + 1 skiftisleikara á hvørjum liði. ?Gentumál? telja dupult og hvør flokkur kann hava fleiri lið.

 

Vinningar:

1. gávukort á kr. 2.000 kr. til Glitnir

2. gávukort á 1.000 kr. til Hvonn

3. gávukort til tveir tímar bowling

Steyp og medaljur til lið nr. 1, 2 og 3

 

Tilmelding:

Seinasta freist fyri tilmelding er 22. apríl kl. 20.00 á tlf. 737425 / 737403 ella á teldupost giza@email.fo

 

 

Fótbólsfelagið Giza hevur eisini stovnað ein Facebook bólk við navninum U! Play 2010.