Fótbóltskapping fyri heimleys

Seinast í juni skipaði deildin hjá Frelsunnarherinum, sum Njál Djurhuus er partur av, fyri noregsmeistaraskapinum í fótbólti fyri tey heimleysu, sum halda til á gøtuni

Frelsunnarherurin í Noregi hevur gjørt nógv forkunnug átøk fyri at lívga um tey heimleysu fólkini, sum liva á gøtuni í stórbýunum í Noregi. Fyri stuttum vóru fleiri av teimum heimleysu við í einari stórslignari filmsverkætlan, sum var nevnd ”Gatas Peer Gynt”, har m.a. Njál Djurhuus sjálvur hevði ein hjáleiklut, sum prestur. Seinast í juni mánað var so ein ógvuliga sjáldsom fótbóltskapping í Oslo, sum Frelsunnarherurin skipaði fyri.

NM fyri heimleys

Njál Djurhuus vitjaði inni í Miðlahúsinum mikudagin, og hann greiðir soleiðis frá serligu fótbóltskappingini: - Talan var um noregsmeistaraskapið í gøtu-fótbólti, sum vit skipaðu fyri tann 26. og 27. juni. NM fór fram á Youngs-torginum mitt inni í Oslo-býi, har ein vøllur var gjørdur, og har vóru eisini áskoðarapláss til 1.500 áskoðarar. Tað var ein ótrúlig uppliving at síggja heimleys gøtufólk koma heilt úr Tromsø, og nógvum øðrum býum í Noregi, fyri at sleppa at spæla fótbólt ímóti øðrum gøtufólkum. Tey spældu ikki bara um NM fyri gøtufólk, men tey spældu eisini um rættin til at blíva úttikin til norska gøtufólka-landsliðið, sum skal taka lut í heimsmeistaraskapinum fyri gøtufólka-landslið, sum verður í italska býnum, Milano í september. Vit hava fingið eitt gott samstarv við Vålerenga (norskir meistarar í 2006 red.), sum hava tikið okkum inn undir sínar veingir, og teir hava givið okkum ein venjara, sum nú hevur hjálpt okkum í eitt hálvt ár. Harumframt hava teir latið onnur hjálparfólk, sum stuðla okkum og eru við í arbeiðnum. Freddie dos Santos, sum er millum bestu spælarnar hjá Vålerenga handaði eisini steypið til gøtufólkini í Stavanger, sum vunnu NM í gøtufólka-fótbólti, greiðir Njál frá. Ì samband við NM var eitt ógvuliga sjáldsamt og stuttligt sjónbandalag gjørt, sum hevur verið at síggja í øllum norskum sjónvarpsstøðum. Njál sjálvur syngur eina strofu í sanginum: ”Vi scorer mål”, og heldur hann, at tað var ógvuliga stuttligt at vera við. – Hetta er tað, sum mær dámar. At vera við hesum fólkunum úti á gøtuni, staðfestir Njál. Fimm útispælarar og ein málverji vóru á hvørjum liði, og hvør dystur vardi tvær ferðir 15 minuttir. Fyrrverandi Vålerenga-spælarin, Erik Foss er landsliðsvenjari hjá norska gøtufólka-landsliðnum, og Njál heldur, at Erik Foss hevur eina torføra uppgávu fyri framman at taka út landsliðið, sum skal umboða Noreg til HM í Milano.

Einki reytt kort

Njál er sera fegin um, at liðini vístu góðan atburð á vøllinum. – Har vóru nøkur, sum fingu eitt gult kort, men eingin fekk tað reyða kortið, fegnast Njál um. – Har var gott lag á fólki, og um kvøldið høvdu vit hugnaløtur, har vit m.a. grillaðu pylsur. Nógv á liðunum vóru fyrrverandi fótbóltsspælarar, og teir dugdu veruliga væl við bóltinum. Hesi fólkini duga veruliga nógv ymisk ting, staðfestir Njál. – Ein kann ongantíð forsíggja hvør fær rúsevnistrupuleikar, ofta kann tað vera tey bestu fólkini sum enda úti í rúsevnistrupuleikum. Njál heldur, at tey sum tóku lut í kappingini blivu lyft sálarliga av stórfingna tiltakinum. – Henda kappingin prógvar, at ein skal ikki bara hugsa um elituna, tá ein skipar fyri fótbóltskappingum, ein skal eisini hava breidduna við. Og í breidduni, har eru vit, slær Njál fast.