Fótbóltshøll á Lambareiði

Landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen, og U-landsliðsvenjarin, Mathias Davidsen , hava í longri tíð arbeitt við møguleikanum um at gera eina fótbóltshøll

Fótbóltshøll

Vátaslettingurin og fýsandi norðanættin her í november gera sítt til, at fólk fyri tað mesta halda seg innandura, men hjá leikarunum, sum í dag eru til venjingar, ger hetta ikki mun. Allir sum ein díkja leikararnir á við ymsu teknisku venjingunum. »bara ein berøring« verður rópt til sveittandi menninar, sum nú standa í ringi og halda bóltinum uppi. Enn er talan bert um upphiting, men ídnir, sum teir eru, so skerst ikki burtur, at nógv verður lagt fyri kortini. Tað hevur eisini týdning, at vøddarnir verða væl mýktir, áðrenn nærdystirnir á graslíkinum gerast nakað harðari.

Kann gerast veruleiki
Í dag man omanfyristandandi vera ein fullkomuliga utopisk støða hjá einum venjara at hugsa sær til, men tað verður tó kanska ikki heilt so leingi, áðrenn hetta verður veruleiki.
Seinasta hálva annað árið hava Mathias Davidsen og Jens Martin Knudsen nevnliga arbeitt miðvíst fram ímóti møguleikanum at gera ein fótbóltshøll her í Føroyum, og nú eru ætlanirnar so smátt um at gerast somikið ítøkiligar, at bæði staður og tøl kunnu setast á.
Í stuttum kann sigast um ætlaðu høllina, at talan fyrst og fremst verður um eina venjingarhøll. Sambært uppskotinum, so skal hon liggja á Lambareiði, og sum skilst, so hevur Runavíkar Kommuna fingið umbøn um grundstykki. Ætlaða støddin á vøllinum er 40X60 metrar, og tá ber so sjálvandi ikki til at hava dystir í sama líki, sum teir verða leiktir uttandura. Undirlagið á høllini skal vera graslíki av sama slag, sum vit kenna tað frá nýggju vøllunum, sum seinastu tvey árini eru lagdir kring landið,

Steðgurin skal styttast
Teir báðir, Mathias og Jens Martin, eru á ongan hátt ókendir í føroyskum fótbóltshøpi.
Gjøgnum mongu ár síni á landsliðnum er Jens Martin ivaleyst tann av teimum, sum er best kendur millum manna, og hann hevur ofta haft á munni, at skulu føroyingar lyfta seg enn meira á altjóða fótbóltspallinum, so er neyðugt at leingja kappingina.
Eitt nú segði hann her í blaðnum eftir seinasta landsdystin í júst lidnu undankappingini, at Føroyar nú eru komnar hartil, sum vit kunnu røkka undir verandi formum. At tað er neyðugt, at leikararnir eru aktivir ein størri part av árinum, tí gera vit ikki tað, so verða vit framhaldandi eftirbátar á ? serstakliga ? tekniska økinum.
Og partamaðurin, Mathias, er als ikki ósamdur í hesum. Gjøgnum mong ár hevur Mathias Davidsen verið partur av venjaraliðnum kring U-landsliðini hjá Føroyum, og tó at úrslitini mangan hava verið á heilt góðari leið, so er hann ikki í iva um, at broyting skal til, um vit skulu longur fram.
- Tað er einki at ivast í, at veðurfrøðiligu umstøðurnar hjá okkum eru ein stór forðing. Sum er liggja flestu leikararnir í dvala frá oktober til januar mánað, og tað er alt ov leingi.
- Vit síggja tað serliga væl á yngru landsliðunum. Har standa vit í nógvar mátar mát við mótstøðuliðini, tá talan er um yngstu landsliðini, men so skjótt vit koma upp eftir á stiganum, verða vit eftirbátar. Tá gerst venjingin hjá hinum nógv meira intensiv og tí menna teir seg nógv meira. Ikki tí at vit ikki útvikla okkara leikarar, men tað gongur bara nógv seinni enn hjá hinum, og tá vit so koma upp til A-landsliðið, er trupulleikin sera sjónskur. Har hava vit ofta bara ein og tveir leikarar, sum hava neyðuga skjótleikan í spælinum til at gera seg galdandi, og tað er ov lítið. Við meira støðugari venjing kundi talan her kanska verið um fýra og fimm leikarar, sum høvdu neyðuga støðið, og tað vildi gjørt stóran mun, heldur hann.

Fyri øll
Tá tosið aftur verður beint inn á ætlaðu høllina, er Mathias tó ikki heilt so tíðindafróður.
- Jú hatta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt við í eina tíð, men enn er nakað eftir á mál. So vit hava ikki vilja gingið alt ov hart við hurðunum. Akkurát, nær vit hava eitt heilt liðugt projekt, er ikki endaliga greitt, men tað sigur seg sjálvt, at tað er neyðugt við parti av føroysku HatTrick-køkuni, um hon skal gerast veruleiki, og tann grunnurin byrjar jú at gjalda út komandi ár.
Onkur atfinning hevur ljóðað úr høvuðsstaðnum, um at Eysturoyggin við eini høll her kann skapa sær eina serstøðu, men hesum er Mathias als ikki samdur í.
- Kemur ein slík høll, so má aðalmálið verða, at allur føroyskur fótbóltur fær gagn av henni. At hon liggur í Eysturoynni er einamest tí, at her eru nógv feløg í heilt stuttari frástøðu, men sjálvandi skulu øll hava møguleika at nýta hana. Eitt nú er neyðugt, at venjingartíðirnar verða samskipaðar, so t.d. HB og B36 møguliga kunnu samskipa ferðingina hjá sær inn her, og hóast alt, so eru tað ikki meira enn trý korter úr Havn til Lambareiði.
Og hartil, so leggur Mathias dent á, at teir á ongan hátt ætla at leggja seg á allan pottin frá UEFA.
- Spyrt tú meg, so ivist eg ikki í, at vit um ikki so nógv ár hava fleiri hallir av hesum slagnum. Og hvør veit. Eini 10 ár fram í tíðina hava vit kanska eisini eina høll í fullari stødd. Hana hava vit ikki møguleika at gera her og nú, tí kostnaðurin verður alt ov stórur til bæði íløgur og rakstur. Men at hon kemur fyrr ella seinni ivist eg ikki í, og tað vil tá vera enn eitt stórt framstig, sigur altso Mathias Davidsen at enda.