Í kvøld, Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20, verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Tiltakið verður beinleiðis á FM1, sum byrjar at senda klokkan 20.
Finnast skal:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
Ársins áleypari
Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið