Fótbóltsfepurin er risastórur í Álandi

IFK Mariehamn eru á gáttini til at vinna eitt søguligt meistaraheitið nú bert eitt umfar er eftir í bestu finsku fótbóltsdeildini

Bæði í oyggjaleikahøpi og í norðurlendskum samstarvi eru bondini góð og tøtt millum føroyingar og álendingar.

 

Nú standa álendingar á gáttini til eina veruliga fótbóltssensasjón. Besta álendska fótbóltsliðið, IFK Mariehamn, sum hevur verið partur av bestu finsku fótbóltsdeildini, Veikkausliiga síðani 2005 liggur á odda í finsku kappingini. IFK Mariehamn er eitt stig framman fyri søguríka høvuðsstaðarfelagið, HJK Helsinki. Eitt stig aftan fyri HJK Helsinki liggur SJK.

 

Næstseinasta umfarið í Veikkausliiga var avgreitt í kvøld. IFK Mariehamn vann 2-0 ímóti Lahti á útivølli. Nærmastu eltararnir vunnu eisini. HJK vann 3-1 ímóti Ilves á útivølli, og SJK vann heili 5-0 ímóti PK-35 Vantaa.

 

IFK Mariehamn hevur 58 stig. HJK Helsinki hevur 57 stig, og SJK hevur 56 stig nú bert eitt umfar er eftir av kappingini. IFK Mariehamn hevur heimadyst í álendska høvuðsstaðnum ímóti Ilves, sum liggur á fimta plássi við 52 stigum. HJK Helsinki, sum liggur eitt stig aftanfyri IFK Mariehamn tekur ímóti SJK, sum liggur tvey stig aftanfyri IFK Mariehamn.

 

Um IFK Mariehamn vinnur heimadystin ímóti Ilves verður stór veitsla hjá okkara oyggjaleikavinum í Eystrasalti, tí tá hava teir vunnið fyrsta finska meistaraheitið í 97 ára langu søgu felagsins. Um HJK Helsinki og SJK leika javnt kann IFK Mariehamn klára seg við javnleiki ímóti Ilves, so allir álendingar haldi ondini í hesum døgum. Seinasta umfarið verður avgreitt sunnudagin klokkan 13. Útselt er á Wiklöf Arena leikvøllinum í Mariehamn, sum tekur 4.000 áskoðarar. Og aðrastaðni kring Áland fara fólk at fylgja við á miðlunum hvussu leikur fer. 

 

Álendingar sleppa bara at kappast, sum álendingar á oyggjaleikum. Finnar sýta álendingum at kappast, sum álendingar í altjóða ítrótti, og álendingar undirstrika mangan á oyggjaleikum, at teir øvunda føroyingum og grønlendingum okkara møguleikar at kappast í altjóða ítrótti. 

 

Tí er IFK Mariehamn, sjálvt um liðið hevur spælarar úr Svøríki, Kenja, USA og finska meginlandinum, fótbóltsflaggskipið hjá álendingum. Tað hevði eisini verið stórt fyri álendingar um IFK Mariehamn slapp at taka lut í Champions League undankappingini komandi kappingarár. Venjarin hjá IFK Mariehamn er álendingur, og eitur Peter Lundberg.