Fótbóltslagið er betri í Fuglafirði, enn tað hevur verið í nógv ár. Tað sást og kennist á øllum brøgdum. Áskoðararnir vóru leygardagin væl fleiri, enn teir plagdu at vera, tá ið ÍF var í 2. deild. Úrslitini higartil í ár hava við sær, at tað ikki bara eru spælararnir, men eisini áskoðararnir, sum hava fingið sjálvsálit. Tað hoyrdist aftur, tí teir vóru væl mælskari, enn teir plaga at vera.
Leikskráin, sum árini í næstbestu deildini hevur verið fotokopierað, telist nú millum tær frægastu, og bæði lokalt og aðra staðni frá er eydnast at fáa lýsingar, sum eru við til at økja um inntøkurnar hjá felagnum.
Í ítróttarhúsinum er lív í. Har verður skipað fyri sølu av øllum tí, sum hoyrir fótbóltsdysti til, tað ber til at atkvøða um besta spælaran og at vinna, og so varð fram til steðgin leygardagin skipað fyri serligari lutaseðlasølu. Seðlasølu er ikki heilt rætt. Fyri 30 krónur fekst ein tennisbóltur. Meðan spælararnir hvíldu seg, var møguleiki at tveita tennisbóltin á vøllin. Tann, sum megnaði at tveita tennisbóltin nærri mittuni á vøllinum enn nakar annar, vann ein ferðaseðil til Keypmannahavnar frá Atlantsflog.
Ferðaseðilin fór hesa ferð til Klaksvíkar, men tað mundu teir í Fuglafirði ikki leggja so nógv í, tí teir fingu hálvfinaluplássið í sín lut.