Føroysku fótbóltsfeløgini halda seg ikki fáa nóg nógv burtur úr at Kringvarp Føroya vísir føroyskar fótbóltsdystir á heimasíðu sínari beinleiðis. Hetta er orsøkin til at feløg sum KÍ, AB og EB/Streymur ikki loyva Kringvarpinum at vísa sínar heimadystir.
Fótbóltsfjepparar hava í longri tíð ilskast um, at heimadystirnir hjá eitt nú KÍ ongantíð verða vístir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Kringvarpið hevur seinastu tvey árini víst ein heimadyst hvørt umfar, men hevur ikki fingið loyvi at senda dystirnar hjá KÍ, AB ella EB/Streymi. Eitt skifti noktaði B36 eisini Kringvarpinum at senda sínar dystir.
Ósemjan kyknaði aftur um vikuskiftið, tá KÍ, sum er endað nummar tvey tey bæði seinastu árini, spældi móti Víkingi, sum er blivið Føroyameistari tey bæði árini. Tey liggja eisini í oddinum í landskappingini í ár og tí var áhugin fyri dystinum stórur. So stórur, at Kringvarpið eisini vildi sleppa at vísa dystin á heimasíðu sínari.
Johnny í Grótinum sendi tí eitt bræv til Tummas Lervig, formann í KÍ, um at fáa loyvi at senda hendan dystin. KÍ havnaði tó umbønini.
- Vit vístu til, at vit framvegis ikki hava fingið eina nøktandi avtalu um fíggjarliga samsýning, og tí vilja vit ikki loyva Kringvarpinum at senda okkara heimadystir, sigur Tummas Lervig.
Tummas Lervig ynskir, at feløgini fáa eina varandi loysn við FSF og Kringvarpið um stroyming av dystunum.
- Vit vilja sjálvandi veita okkara fjepparum eina so góða tænastu sum møguligt, og tí vildu vit gjarna víst dystirnar eisini. Samstundis fáa vit ein fíggjarligan miss, við tað at fjepparar setast heima, heldur enn at koma í Djúpumýru, sigur Tummas Lervig, sum sigur, at teirra metingar vísa, at eini 100 fólk setast heima, tá dysturin verður vístur.
- So fyri okkum er talan um ein fíggjarligan miss á eini 8.000 krónur, sigur hann.
Les meiri um málið í Vikuskiftissosialinum.