Fótbóltsføroyar fáa fótbóltsportal

Slóðin er einføld, og visjónin er greið: F.FO verður staðið, har fótbóltsáhugaði føroyingurin fær síni dagligu fótbóltstíðindi

Stigtakararnir til síðuna ynskja at savna øll føroysk fótbóltstíðindi á einum og sama stað – á f.fo. Har verður dentur lagdur á góðsku, innihald, og óheftan tíðindaflutning umvegis alnetið.
F-portalurin fer at hava 10-15 fólk, sum regluliga fara at skriva inn á síðuna. Talan verður um upptaktir, dystarfrásagnir, tíðindi, hugleiðingar, kjak, myndir og video.
Brúkaraskráseting verður møgulig á f.fo, sum gevur einstaka brúkaranum høvi til aktivt at luttaka í kjakinum um føroyskan fótbólt. Hartil kann einstaki brúkarin “uploada” myndir, video og ljóðfílur inn á síðuna, sum sostatt leggur upp til víttfevnandi brúkarainteraktión.
F.fo fer fyrst og fremst at borðreiða við tíðindum úr Formuladeildini, men aðrar deildir og landsliðið fáa eisini pláss á f.fo.
Sambært stigtakarunum er endamálið við f.fo at ríka um føroyska fótbóltssamfelagið og samlaðu fótbóltsupplivingina, og fara tey at leggja seg eftir at verða Føroya fremsti fótbóltstíðindaportalur.