Í londunum kring okkum er tað vorðið alt meira vanligt, at ítróttarfeløg av ymsum slag hava tikið amerikanska hugskotið ?cheer-leaders? til sín.
Fram til mánadagin var hetta tó ikki nakað, sum føroysk fótbóltsfeløg høvdu tikið til sín, men tað hava yngstu genturnar hjá B36 nú broytt. Undan dystinum móti HB komu tær nevnliga á vøllin, har tær í einar fimm minuttir royndu at hita áskoðarnar upp, soleiðis at lagið var hitt rætta alt fyri eitt, tá grannauppgerðin móti HB varð blást ígongd.
Helst høvdu ungu kvinnurnar vónað, at úrslitið av dystinum hevði verið nakað øðrvísi, men vónandi hava tær tó ikki mist mótið, soleiðis at vit aftur kunnu síggja tær, tá B36 næstu ferð spælir á heimavølli.