Fótbóltsblaðið er komið út

Árliga Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum er í dag útkomið

Árliga Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum er í dag útkomið fyri nítjandu ferð. Í blaðnum er upptakt til komandi kappingarárið í Betri-deildini, sum um vikuskiftið fer av bakkastokki.

 

Í blaðnum ber til at finna kunning um hóparnar hjá teimum 10 feløgunum í Betri-deildini hjá monnum, umframt at longri samrøður eru við profilar hjá øllum feløgunum.

 

Eisini tippa vit í blaðnum hvussu endaliga stigatalvan kemur at síggja út í Betri-deildini, tá kappingarárið fer at enda í heyst. Fótbóltsblaðið fylgir við mikudags-Sosialinum, ið er ókeypis blað. Tí verður Fótbóltsblaðið í hvørjum húsi í landinum í morgin.