1. lið hjá ÍF Føroyum spældi javnleik 2-2 ímóti Olympia í dag. ÍF Føroyar var á odda bæði 1-0 og 2-1, men fáar minuttir fyri leiklok javnaði Olympia.
ÍF Føroyar spældi serstakliga væl og munurin liðanna millum var so eyðsýndur sum sjáldan áður. Málmøguleikarnir vóru nógvir, men neyvleikin vantaði og tískil fekk ÍF Føroyar ikki fleiri mál enn tey bæði, ið Erling Fles og Pætur Dahl hvør í sínum lagi syrgdu fyri.
Hinvegin hevði Olympia at kallað ongar kjansir, og tí kendist tað næstan sum rán á alljósum degi, tá teir skoraðu til 2-2.
ÍF Føroyar er í vandasjógvi, men er tó enn so mikið væl fyri, at tað kann avgera tilveru sína í Seriu 1 sjálvt.
2. lið hjá ÍF Føroyum vann ikki minni enn 11-0 á Olympia. Sonni Johansen gjørdu trý mál, Carl Herup Høgnesen og Rógvi Arge hvør síni tvey, meðan Henry Petersen, Rói Olsen, Tróndur Petursson og Regin Thomsen fingu eitt mál í part.
Komandi vikuskifti spælir 2. lið ímóti Skovshoved. Vinnur liðið henda dystin, skal ÍF Føroyar spæla play-off dyst um uppflyting í Seriu 2.
Eisini 3. mansliðið hjá ÍF Føroyum hevði ein góðan dag, og vunnu teir 4-2 á GVI. Hans Petur í Brekkunum gjørdi tvey mál, og Eilev Sivertsen og Pætur Jacobsen hvør sítt.
3. lið liggur næstfremst í Seriu 4 og tað merkir, at vinna teir teir báðar dystirnar, ið eftir eru, so flytir liðið upp í Seriu 3.
Kvinnuligu útisetarnir hava eisini eitt fótbóltslið, og tær vunnu 3-0 á VLI í dag. Málini gjørdu Halltóra Joensen, Ása á Neystabø og Tanja Poulsen.










