Fótbóltsárbókin 2011 komin

Fótbóltsáhugaðir føroyingar kunnu fegnast um, at nú fæst aftur ein sonevnd fótbóltsárbók fyri føroyskan fótbólt.

Dimmalætting hevur júst givið út bókina Føroyskur fótbóltur 2011 – alt um føroyskan fótbólt, sum er meinlík fótbóltsárbøkunum, sum komu út í nítiárunum. Bókin er gjørd í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, og hon er ein almenn árbók fyri føroyskan fótbólt.

Bókin er 220 síður til støddar, og hon kostar 200 krónur.

Umframt at bókin fæst til keyps í bókabúðunum, so fara fótbóltsfeløg kring landið eisini at selja bókina hurð til hurð. Í sambandi við hesa sølu fáa feløgini helvtina av søluprísinum, sum fer til ungdómsarbeiðið hjá ymsu feløgunum.

Útgevari av bókini er sum áðurnevnt Dimmalætting, og tað er Terji Nielsen, sum hevur ritstjórnað bókini.