Ferðin hjá fótbóltskvinnunum byrjaði í gjáramorgunin og vóru tær á Malta seint í gjárkvøldið. Har eru tær við í eini undankapping, har fýra lið eru í einum bólki og besta liðið teirra millum kemur víðari til sjálva EM-undankappingina.
Føroysku kvinnurnar eru í bólki saman við Armenia, Malta og Georgia, og fyrsti dysturin verður í morgin ímóti Armenia. Leygardagin spæla Føroyar ímóti Malta og týsdagin verður síðsti dysturin ímóti Georgia.
Landsliðið hevur vant miðvíst síðani hálvan november, og hava kvinnurnar hava verið samlaðar til venjing tríggjar ferðir um vikuna, umframt at fleiri venjingardystir eru spældir ímóti eitt nú dreingjaliðum.
Góðar møguleikar
Álvur Hansen, landsliðsvenjari, heldur kvinnulandsliðið hava góðar møguleikar í hesi kappingini: – Eg dugi ikki heilt at siga, hvørja styrki mótstøðuliðini hava, men um ein hyggur at úrslitunum hjá teimum, skuldu vit havt góðar møguleikar at klárað okkum væl í kappingini, sigur hann.
Teir 17 spælararnir, sum eru farnir til Malta, eru Rannvá B. Andreasen, KÍ, Mona Breckmann, AB, Fríðrún Danielsen, Skála, Olga Kristina Hansen, AB, Sigrid Jacobsen, KÍ, Rakul M. Johannesen, B36, Sólvá Joensen, BK Skjold, Bjarta Ó. Johansen, HB, Malene Josephsen, KÍ, Margit Magnusdóttir, MB, Rakul V. Magnussen, Vejle BK, Paula Mikkelsen, KÍ, Ragna Patawary, KÍ, Ansy Sevdal, Víkingur, Heidi Sevdal, Víkingur, Randi S. Wardum, KÍ, og Anja Weyhe, B36.
Umframt Álv Hansen, landsliðsvenjara, eru eisini Jacob Thomsen, hjálparvenjari, Andras Gango, málmansvenjari, Sonja Skúvadal, fysioterapeutur, og Sonja á Líðarenda, liðleiðari, við á ferðini.