Fyri fáum døgum lá ÍF á fimta plássinum við færri dystum enn flestu av kappingarneytunum, men eftir útisigurin á Mjølni týskvøldið í farnu viku, helt ÍF sunnudagin fram við heimasigri á TB, og nú hevur ÍF yvirhálað bæði Drátt og Mjølnir og liggur nummar trý.
Ikki kann sigast, at mótstøðuliðið av Tvøroyri hevur ta styrki, tað hevur havt, og hetta kom eisini til sjóndar á Kambsdali sunnudagin, tá ÍF sera lætt vann tey bæði fyrstu settini og legði lunnar undir ein sigur, ið øll nokk eisini høvdu væntað.
Men í triðja setti gjørdist mótstøðan frá TB munandi dyggari, og tað skuldi nokk so fitt meira til hjá ÍF at vinna tað. Tó bar til, og ÍF vann dystin 3-0 og staðfesti sína støðu sum ein av sterkastu heiðursmerkjaavbjóðarunum.
Næsta sunnudag tekur ÍF ímóti KÍF, sum beit frá sær ímóti Drátti, og um tvær vikur skal ÍF til Havnar at spæla ímóti Fleyr. Sum tað sær út í løtuni, verður hetta kanska tann stóra silvurfinalan í Eik-liguni hjá kvinnunum…