Fótasporini avdúkaðu tjóvin

Tjóvurin hevði helt Gajol-shots á gólvið og traðkað í tað. So var einans eftir hjá løgregluni at finna skógvin, hvørs spor stóðu skrivað í Gajol á gólvinum.

Tjóvurin hevði helt Gajol-shots á gólvið og traðkað í tað. So var einans eftir hjá løgregluni at finna skógvin, hvørs spor stóðu skrivað í Gajol á gólvinum.

 

Ein 26 ára gamal maður varð í Føroya rætti fríggjadagin funnin sekur í at hava brotið inn í Mimir 8. august í ár. Fyri hetta og onnur lógarbrot fekk hann sjey mánaðir fongsulsrevsing, bøtur fyri tilsamans 4.800 krónur og skal rinda tilsamans 29.700 krónur í endurgjaldi.

 

Um morgunin 8. septembur varnaðust fólk, at óbodnir gestir høvdu verið á gátt í ølklubbanum Mimir í Havn. Ein rútur í hurðini var brotin, inni var kassaapparatið brotið upp, heilt fitt av fløskum tømdar út á gólv, og ein rúgva av fløkskum stolnar. Heldur ikki ein fartelda, sum stóð í hølunum, hevði fingið frið. Har hevði tjóvurin ella tjóvarnir helt eina fløsku yvir knappaborðið og so latið skermin aftur.

 

Millum tað, sum var helt út yvir gólvið, var Gajol-shots. Tjóvurin hevur tó verið gáloysin og hevur traðkað upp í myrka rúsdrykkin, við tí avleiðing, at hann hevur sett fótaspor eftir seg um alt rúmið. Fótaspor, sum síggjast týðiliga orsaka av myrka drykkinum.

 

Tá løgreglan so hevði fingið illgruna til unga mannin, fór hon á gátt, har hann helt til. Og í ganginum stó eitt par av skóm, hvørs spor vóru meinlík teimum í Mimir.

 

Ákærdi maðurin er væl kendur av løgregluni. Hóast sín unga aldur, er hann er sjey ferðir áður dømdur fyri innbrot. Hann varð so seint sum 4. juli royndarleyslatin eftir ein dóm fyri innbrot. Av tí dóminum vóru 124 dagar eftir.

 

Ákærdi varð harumframt ákærdur fyri herverk fyri at hava brotið ein rút hjá Almannaverkinum, fyri tvey brot á vápnalógina fyri at ganga við knúgvajarni og fyri at koyra bil, hóast hann hevur mist koyrikortið.

 

Ein vinmaður, sum í rættinum vildi vera við, at tað var hann, sum hevði framt innbrotið, varð beint eftir rættarmálið skuldsettur fyri at hava logið í rættinum. 

 

Les meiri um málið í mánadagsblaðnum.