Síðstu løtuna gekk tað ikki verri enn ilt hjá ÌF, sum í kvøld hevur spælt europeiskan dyst í Reykjavík ímóti KR. Tíðliga í 2. hálvleiki var heimaliðið frammanfyri 4-0, og tá lá stórtap í luftini.
Men tað gekk ikki heilt av leið hjá fulgfirðingum, hóast talan var um trivaligt tap. KR vann 5-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Tá ið lítið løta var eftir, minkaði ÍF um munin til 4-1, men í síðstu løtu staðfesti KR 5-1 sigurin.
ÍF málið skoraði Nenad Saric.
Samantalda úrslitið var 8-2 til KR, sum heldur fram í kappingini. Merkisvert er tað, at tað hevur eydnast ÍF at skjóta mál í báðum dystunum, sum ÍF hevur spælt í altjóða fótbólti.
--
65 min.
4-0
Tað kann væl vera, at fuglfirðingar fara at tapa stórt. Fyri lítlari løtu síðani hava ÍF venjararnir framt tvær skiftingar: Karl Løkin og Fritleif í Lambanum eru komnir á vøllin, og út eru farnir Aleksandar Jovevic og Uni. R. Petersen.
55 min.
3-0
Bara tveir minuttir eftir hvíldina økti KR um leiðsluna, so hon nú er 3-0.
--
Fuglfirðingar spæla í kvøld í europeisku kappingini á útivøll í Reykjavík ímóti KR. Íslendska liðið vann fyri viku síðani 3-1 á ÍF í Gundadali, og eftir 1. hálvleik er tað avgjørt einki, sum bendir á, at tað skal ganga nakað øðrvísi í kvøld.
Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 2-0 til íslendska liðið. Fyrra málið varð skorað eftir 18 minuttir, og fimm minuttir seinni var støðan 2-0.
KR-ÍF
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Bogi Løkin, Høgni Zachariassen, Nenad Saric - Christian Muomaife
Á beinkinum: Haldgrímur Hansen, Poul Ennigarð, Karl Løkin, Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Margeir Toftegaard
Venjarar: Rúni Nolsøe og Símun Eliasen