Føroya Sparikassi gjørdi í gjár avtalu um at selja ognirnar, sum fyrrverandi Sørvágslaks átti. Tað er eitt nýstovnað partafelag undir P/F Fútakletti, sum hevur keypt ognirnar, og soleiðis verða tað framyvir sandavágsfólk, sum fara at reka virksemið, sum var í Sørvágslaks.