Fútaforboð ímóti nýggju listabókini

Hósdagin tóku bókhandlarnir kring landið nýggju lisatabókina hjá Bárður Jákupsson av hillini, tí Fútarætturin setti forboð var sett fyri at selja hana. Orsøkin er stríð um rættindi til nakrar myndir í bókini

Nú jólasølan er í hæddini, er ein av forvitnisligu og vøkru bókunum, sum kom út til jóla, tikin av hillunum í bókasølunum kring landið.

Bárður Jákupsson hevur savnað føroysku myndlistasøguna í eini snøggari bók, sum hevur heitið Myndlist í Føroyum, men hendan bókin fæst ikki til keyps í løtuni.

Hósmorgunin setti Fútarætturin forboð fyri, at bókin kann seljast, tí neyðugu loyvini eru ikki fingin til at prenta 9 av myndunum í bókini.

Tær 9 myndirnar eru av listarverkum hjá nólsoyinginum Steffan Danielsen, sum Bókagarður eiga øll rættindi til at brúka. Emil Thomsen, sum rekur Bókagarð, kravdi í Fútarættinum, at sølan av bókini varð steðgað, og hesum tók dómarin undir við.

- Hetta er ein spurningur um at fáa neyðugu loyvini til vega og at brúka røttu mannagondina. Tað er ikki gjørt við myndunum hjá Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen eigur øll rættindi til, og tí er endurgevingin ólóglig, sigur Turið Debes Hentze, sum er advokatur hjá Emil Thomsen.


Høvundin skelkaður

Høvundin av bókini, Bárður Jákupsson, er ovfarin av hendingini.

- Eg eri framvegis skelkaður av hesum. Eg haldi, at hetta er ljótt gjørt av Bókagarði, og eg kann bara ímynda mær, at hetta er fyri at gera okkum fortreð, sigur Bárður Jákupsson.

- Ein slík yvirlitsbók yvir føroyska list kundi ikki verið gjørd uttan Steffan Danielsen. Arvingarnir hjá honum kundu ikki lata okkum loyvi at brúka myndirnar, men tá talan er um slíkt yvirlitsverk, hildu vit ikki, at teir kundu siga nei.

Bárður Jákupsson vísir á, at hóast hann hevur brúkt nøkur av verkunum hjá Steffan Danielsen í síni bók, er tað einki sum forðar fyri, at onkur annar - til dømis Bókagarður - kann gera eina sjálvstøðuga bók um listamannin. Talan er um hvør sína útgávu, og tá hetta er ein myndlistasøga má høvundin hava loyvi at endurgeva viðkomandi verk.

Hesa fatan hevur advokaturin hjá Emil Thomsen ikki.

- Um høvundin frammanundan hevði tryggjað sær rættindini til at brúka hesi verkini, so var eingin trupulleiki. Tað ber ikki til at brúka hesi verk uttan neyðugu loyvini, og tí hava vit kravt fútaforboð ímóti bókini, sigur Turið Debes Hentze.


Smeitur fyri forlagið

Bárður Jákupsson hevur gjørt føroysku listasøguna fyri danska forlagið Atlantia, sum síðani hevur samstarvað við føroyska forlagið, Sprotan, um føroysku útgávuna.

Myndlist í Føroyum er komin út bæði í Føroyum og í Danmark, og tað er eisini bæði føroyska og danska útgávan, sum eru steðgaðar av fútaforboðnum.

- Hetta er sera óheppið fyri okkum, tí vit missa ein part av jólasøluni, og tað kann fara at kosta pengar, sigur Jonhard Mikkelsen á forlagnum Sprotanum.

- Bókin er ikki ein veruligur bestseljari, men vit høvdu vónað, at vit kundu fáa okkara útreiðslur innaftur. Tað fer ikki at bera til, nú bókin er tikin av hillini, og tí fáa vit helst eitt hall upp á einar 100.000 krónur av hesi útgávuni, sigur hann.

Hetta er ein dyggur smeitur hjá Sprotanum, men forlagið og høvundin vóna nú, at landsrætturin fer at ógildað fútaforboðið, sum er kært til landsrættin.

Men í øllum førðum fer ein partur av jólasøluni fyri skjeyti.