Fútabann ímóti at bera tíðindi um fund við kinesisku stjórnina

Vinnumálaráðið fekk í kvøld Fútarættin at seta forboð ímóti, at Kringvarpið bar tíðindi um fund, sum hevur verið millum umboð fyri kinesisku stjórina og landsstýrið.

Kringvarpið fekk í dag fútabann fyri at bera tíðindi um, hvat fór fram á einum fundi, sum var millum landsstýrið og umboðum fyri kinesisku stjórnina.

Vit kunnu bara gita, at evnið hevur verið um 5G tøkni, sum Føroya Tele hevur í umbúna at keypa frá kinesiska Huawei og trýstið, sum amerikanska stjórnin hevur lagt á Føroya Tele og landsstýrið. Í hesum sambandi hevði sendikvinnan hjá Donald Trump í Danmark, Carla Sands, eina tíðargrein í Sosialinum fríggjadagin, har hon staðiliga mælti føroyingum frá at keypa kinesisku tøknina, tí hon verður brúkt til njósning.
Sambært Degi og Viku í kvøld, so hevur Kringvarpið fingið innlit í tað, sum fyrifórt á fundinum, men Fútarætturin hevur í kvøld lagt fútabann ímóti, at Kringvarpið kann greiða frá innihaldinum á fundinum.
Við á fundinum vóru Bárður Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ábyrgd av Føroya Tele, aðalstjórar og embætisfólk. Umboðini fyri kinesisku stjórnina vóru kinesiski sendiharrin í Keypmannhavn og embætisfólk hansara. Tað er kinesiska sendistovan í Keypmannahavn, sum hevur umbiðið fundin.
Tað er Vinnumálaráðið, sum hevur biðið um og fingið Fútarættin at leggja forboð ímóti, at Kringvarpið ber tíðindi frá fundinum.