Stríðið um 10. flokk í Tórshavnar kommunu, harðnar alsamt. Í dag hevur býráðið heitt á Fútarættin um at seta fútabann móti 10. flokstilboðnum hjá Kommunuskúlanum, nevnt MiðRás. Tað merkir, at Kommunuskúlin skal steðga hesi ætlan beinanvegin, sigur býráðið í tíðindaskrivi.
Hóast at Fiskimálaráðið í sambandi við viðgerð av kæru frá Kommunuskúlanum fyribils hevur steðgað kommununi í endaligu fyrireikingunum, er skúlabygnaðurin frá og við skúlaárinum 2010/2011 ikki broyttur ella strikaður.
Hvørki leiðslan ella skúlastýrið í Kommunuskúlanum hava nakra heimild til ? av sínum eintingum ? at skipa fyri undirvísingartilboði til 10. flokk í Tórshavnar kommunu. Kommunan visti ikki nakað um hesa ætlan, og hevur heldur ikki játtað fígging. Kommunan er harumframt vorðin kunnað um, at Kommunuskúlin hevur fingið noktandi svar frá Mentamálaráðnum um at skipa 10. flokk í Kommunuskúlanum. Heldur ikki hesa ætlan kendi kommunan nakað til, og eisini í hesum føri fór leiðslan og skúlastýrið í Kommunuskúlanum uttanum býráðið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, harmast í tíðindaskrivi um, at tað skal vera neyðugt við fútabanni móti einum av kommunalu skúlunum. Men framferðarhátturin hjá leiðsluni í Kommunuskúlanum, har greiðar ásetingar í fólkaskúlalógini eins og øll skúlaskipanin í kommununi púra verður skúgvað til viks, mátti steðgast beinanvegin.
Hann harmast eisini um, at næmingar og foreldur eru ørkymlað og nú eru farin at ivast í, hvussu verður við 10. flokki í kommununi næsta skúlaár, men ongum nýtist at stúra, tí frá og við skúlaárinum 2010/2011 verður 10. flokkur í Tórshavnar kommunu einans í Eysturskúlanum. Næmingar, sum enn ikki hava skrivað seg inn til 10. flokk í Eysturskúlanum, verða upptiknir, hóast at umsóknarfreistin er farin.