Fá tær eitt kalt brúsubað, Virgar!

Góði Virgar Dalsgaard! Tað var ein herlig ramsa, tú hevði um meg í bløðunum í gjár

SJÚRÐUR SKAALE



Surrealistiskt sannleiksvitni. Søgubronglari. Virtuellur realistur. Bandittur. Amatør-agentur. Naivur idiotur. Perfidur. Luskutur. Illoyalur. Ófólkaligur. Infantilur skøl­ingur, sum átti at verið perma­nent útihýstur úr bæði politikki og embætisliði.
Og so tað besta: Ússaligur korruptur amatørur, anda­liga nær skyldur við og líka so kemiskt fríur fyri mo­ral, skammarkenslu og an­stendigheit sum blikk­smiðju­bandin í Watergate-máli­num, subtilir stór-njósnarar hjá KGB og komm­un­istiski stasi-bandin!
Góði Virgar! Tað er altíð hugtakandi at lesa tað, tú skriv­ar. Tú ert bæði ein heilt sjáldsama góður stílistur og ein framúr analytikari. Og skemtiligur afturat. Ikki minst í gjár. Sum heild ein sannur fongur fyri tann flokk­in, tú hevur stuðlað so treytaleyst í so mong ár.
Men viðhvørt átti tú kort­ini  mest fyri tína egnu skyld  at fingið tær eitt kalt brúsubað, áðrenn tú setist við knappaborðið...
sjurdurskaale@gmail.com