Fátækt tengd at upprunanum

Tøl hjá svensku hagstovuni vísa, at tveir triðingar av teimum, sum mugu fáa almennar pengar til lívsins uppihald, eru av fremmandum uppruna. Samstundis vísa hagtølini, at talið á børnum av fremmandum uppruna, sum liva í fátækradømi, er vaksið nógv í seinastuni. Tað skrivar blaðið Dagens Nyheter.

Maria Larsson, almannamálaráðharri, sigur við blaðið, at tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, at fólk av fremmandum uppruna hava so ilt við at fáa arbeiði og fasta inntøku. Eftir hennara tykki er tað okkurt í skipanini, sum ikki riggar.

Tað er ein trupulleiki, at nógvir útlendingar, sum koma til Svøríkis, hava lítla og onga skúlagongd og tí hava tørv á almennari hjálp til útbúgving umframt at læra seg svenskt, skrivar Dagens Nyheter.