Fátækir føroyingar skulu finnast

Landsstýrið arbeiðir nú við at áseta eitt fátækramark, so at tað ber til at siga, hvørjir føroyingar eru beinleiðis fátækir.
Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum í Løgtinginum mikudagin.
Mikkjal Sørensen, sum í løtuni er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi hana um vit nakað formligt fátækramark er ásett í Føroyum.
Hann heldur, at tað er neyðugt at hava eitt formligt fátækramark fyri at hava nakað ítøkiligt at halda seg til. Hann heldur, at tað er ein fortreyt fyri at tað skal bera til at taka tær røttu politisku avgerðirnar og fyri at tryggja, at fólk hava pening at liva fyri.
Hesum er landsstýriskvinnan samd í.
Hon sigur, at vit hava onki formligt fátækramark í Føroyum, men higartil hevur grundarupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verið brúkt sum mark fyri, hvussu nógv fólk í minsta lagi skulu hava at liva fyri um mánaðin.
- Men tað er ongin ivi um, at eitt fátækramark má ásetast í Føroyum, staðfestir hon.
Hon leggur afturat, at umsitingin í almannamálaráðnum er farin at roknað seg fram til, hvar hetta markið skal vera.
- Hetta er serliga neyðugt tá ið hugsað verður um livikorini hjá støkum uppihaldarum, legði hon afturat. Men tað er eisini neyðugt, tá ið hugsað verður um barnafamiljur og um aðrar bólkar í samfelagnum.
Í framløgu síni í Miðlahúsinum mikukvøldið, vístu Annika Anthoniussen og Siri Hansen, á, at Almannastovan metir, at eitt fólk skal hava 4500 krónur um mánaðin til at fastar útreiðslur.