Hesi seinastu árini er fátækadømið í Føroyum vaksið.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni yvir, hvussu stórt tal av føroyingum er í fátækaváða.
At verða í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av miðjavnvirðisinntøkuni fyri allar borgarar í landinum. Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til húskið, har tann einstaki býr. Hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum.
Eitt stórt húski má hava størri inntøku enn eitt lítið húski, tí tað kostar meiri at hava eitt stórt hús. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda olju, ravmagn, hvítvørur, og annað, fimm ferðir.
Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í 2014, roknað til 131.209 krónur í javnvirðisinntøku. Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða.
Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í 2014 høvdu 5.126 føroyingar eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða.
Hetta svarar til 10,8% av øllum. Í 2013 vóru 4.848 føroyingar í fátækaváða, og tað svarar til 10,3%, og í 2012 vóru tey 4.688, svarandi til 10%. Í 2009 vóru 8,8 prosent av føroyingum á fátækaváða, men síðani er tað vaksið so líðandi hvørt ár.
Sostatt er fátækadømið vaksið seinastu árini.
Hagstovan sigur, at fyrsta árið hetta mát varð gjørt fyri Føroyar, var í 2009, og tá var prosentparturin í Føroyum tann lægsti í Norðurlondum. Í 2014 er tað Ísland, ið hevur lægsta partin av fólkinum í fátækraváða, samstundis sum hann var næstlagstur í Føroyum.
Í 2013 vóru Svøríki og Danmark tey Norðurlond við flest borgarum í fátækraváða, ávikavist 14,1% og 12,8%. Samanborið við onnur lond í heiminum er tað annars í Norðurlondum, at fægst liva í fátækraváða, sigur Hagstovan.