Næsta ár noyðist Flogbóltssambandið at finna nýtt steyp til menninar at kappast um, tí leygardagin vunnu fuglfirðingar tað fyri fimtu ferð tilsamans, og tí kundu teir taka tað við sær, uttan at skula koma aftur við tí um eitt ár.
Men tað gjørdist ein sera spennandi og jøvn finala, sum akkurát tað sama kundi verið endað við sigri til Mjølnir, sum veruliga stríddist fyri lívinum og vísti seg frá síni bestu síðu, so ÍF í løtum líktist øllum øðrum enn einum steypavinnara.
Kortini var tað í mest avgerandi løtuni, at ÍF vísti styrki og beinleiðis yvirhálaði Mjølnir á sjálvari málstrikuni. Liðini bæði spældu fyri viku síðani ein fimmsettara, tá Mjølnir eisini hevði kjansin at fara við øllum, men hesa ferð gjørdist tað bara uppaftur meira spennandi, tí tað vóru bókstaviliga seinastu bóltarnir, ið avgjørdu alt.
Fáur man ivast í, at ÍF hevur tað bestu og sterkastu manningina í ár, og sannførandi støðan á stigatalvuni, har ÍF er sjey stig framman fyri Mjølnir, boðar eisini frá tí. Kortini vísti mansfinalan, at tað ikki altíð nýtist at vera nóg mikið, at tú hevur bestu spælararnar, um mótstøðan er eitt lið, ið sum lið kann geva so harða mótstøðu, sum Mjølnir gjørdi tað.
Byrjaðu sum væntað
Dysturin byrjaði, sum roknast kundi við. Liðini fylgdust ta fyrstu nervøsu løtuna, sum tað helst eisini eigur at vera í einari finalu, har alt skal avgerast í hesum eina dystinum. Báðu megin netið stríddust menn heilhjartað um hvønn einasta bólt, men eftir javnleik 11-11 fór ÍF avstað og kom fyrst upp á 17-11.
Mjølnir fekk svarað eina ella tvær ferðir aftur, so tað bleiv 22-12, áðrenn ÍF vann settið 25-13. Eitt vóru sterkar servur, men gjøgnumgangandi munurin var Rúni Weihe, ið vísti fleiri góðar smakkiroyndir av sínum dygdum. Tá hann spílaði seg út, vísti tað seg, at Mjølnir ikki í fyrsta umfari hevði nakað móttrekk.
Eisini í øðrum setti fylgdust liðini eina løtu, men frá 7-7 fór Mjølnir at leggja seg framum og hevði fyri tað nógva leiðsluna upp til 20-20. So setti ÍF aftur trumf á við servuni, samstundis sum Mjølnir hevði eina røð av vánligum móttøkum. Hesa ferð var tað Bjarni Larsen, ið koyrdi avstað við servuni og ikki endaði, fyrr enn ÍF hevði vunnið settið.
So var tað, at Mjølnir líkasum raknaði við, og eftir eina javnað byrjan í triðja setti, ið gekk heilt upp til 15-15, vísti spælandi venjarin, Boban Ilic, at hann eisini var ein profilur, ið ikki skuldi gloymast. Hann servaði Mjølnir framum 19-15, og hóast ÍF royndi at andøva ímóti, helt Mjølnir fast og vann settið trygt.
Mjølnir kom sera nær
Nú var støðan í dystinum 2-1 til ÍF, og skuldi Mjølnir gera ein vørr aftrat, mátti tað vera nú. Tað sá eisini út til, at klaksvíkingarnir fataðu álvaran, tí teir fingu eina góða byrjan í fjórða setti og vóru trý ella fýra stig frammanfyri. Men so hvørt sum tað bleiv við at ganga, øktist sjálvsálitið, so Mjølnir kom á odda 12-7 og síðani 17-9. Sjálvt um Brian Poulsen hevði eina góða servurøð, tá Mjølnir var á odda 24-13, so rakk tað ikki longur enn til 24-18, áðrenn Boban átti síðsta smasjið til 25-18.
Í fjórða settinum gjørdu spælararnir hjá ÍF eina rúgvu av feilum, og tann størsti mundi vera, at teir slett ikki spældu sum eitt lið. Sjálvt um teir royndu at spæla bóltarnar upp til Rúna Weihe, kundi hann heldur ikki fáa tað at rigga, og í veruleikanum sá einki serligt út hjá fuglfirðingum undan fimta setti.
Nú skuldi alt avgerast, men framvegis sá Mjølnir út til at hava munin. Tá liðini skiftu síðu, var 8-5 til Mjølnir, sum fekk smasjini inn og setti blokkarnar á røttu støðini, so tú á vøllinum sást smílandi Mjølnir-andlit, men panikk í ÍF-eygunum!
Her lúrdi sensatiónin, men best sum tað líktist einum steypadegi við dupultsigri til Mjølnir, raknaði ÍF við aftur. Hetta var í evstu løtu, men at hon eisini kann brúkast, gekk sjón fyri søgn. Jan Ó. Ellingsgaard fekk servað ÍF frá 10-12 til 14-12, og hóast Mjølnir eina ferð svaraði aftur, rakk tað bara ikki til meira. Við einum ótrúligum endaspurti fekk ÍF sostatt tikið seg saman, vend dystinum og vunnið so seint, sum tað læt seg gera.
Tí gjørdust tað allíkavæl fuglfirðingar, ið kundu lýsa við móttøku og øllum, sum hoyrir til. Steypið kom, sum sagt, til Fuglafjarðar sum ogn, og nú stendur so eftir at síggja, hvussu verður í FM-finalunum. Mjølnir kappast við SÍ og Fleyr um at møta ÍF har, men spæla klaksvíkingarnir sum leygardagin restina av kappingarárinum, kann hvat sum helst henda.